Stuðul

Hotel Hafnia er ein av høvuðsstuðlunum hjá ÍSB. www.isb.fo

Tað er umráðandi at stuðla virkseminum í samfelagnum. Tað meta vit á Hotel Hafnia. Hvørt ár seta vit nakað av peningi av til slíkan stuðul. Afturfyri vænta vit góða umrøðu.

Øll eru vælkomin at søkja stuðul. Sendið okkum eina skriftliga umsókn, hvar tað verður greitt frá, hví stuðul ynskist, og hvat stuðulin skal brúkast til. Greiðast skal eisini frá, hvat Hotel Hafnia hevur í væntu fyri stuðulin.

Allar umsóknir mugu vera skriftligar - annaðhvørt við telduposti til booking@hafnia.fo ella við brævi til leiðsluna. Allar umsóknir verða svaraðar.