Sølusamskipari til Hotel Hafnia

– við ábyrgd av fundum, ráðstevnum og veitslum
 
Elskar tú sølu og tænastu? Vit søkja eftir einum virkisfúsum sølusamskipara.
 
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar, og tú kemur at hava fulla ábyrgd av bíleggingum og samskipan av fundum, ráðstevnum og veitslum.
 
Tú verður partur av leiðslubólkinum, og verður við til at evna nýggj tiltøk á hotellinum og syrgja fyri at gestirnir fáa fullan valuta.
 
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum avbjóðingum og tú kemur at hava tætt samstarv við allar deildirnar. Gott samskifti við gestir og starvsfelagar eru lyklaorð.
 
Arbeiðstíðin er millum kl. 9 og 16 – í meðal 35 tímar um vikuna – og starvsstaðurin er á hotellinum.
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rósu Mariu Restorff á 21 28 09 ella á rr@hafnia.fo.
 
Umsóknarfreistin er 21. august 2017 kl. 12.00.
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.