Veitsla

Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. 
 
Gourmet matskrá
Umframt nevndu matskráir, kunnu okkara gourmet kokkar seta prikkin yvir i-ið og gera eina matskrá við trimum til sjey rættum. 
 
Setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233, og vit koma við einum góðum tilboði. 
 
Bið um tilboð
Bið um tilboð
Veitsluskráin

Veitsluskráin er gjørd til í minsta lagi 20 fólk, og hvør umbiðing skal vera eins. Bíleggingar fara fram í seinast lagi seks dagar frammanundan.
 
Flutningur í Tórshavn kostar frá 150 kr. 
 
Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella allergikarar, letur tað seg eisini gera.
Prísir
Høvuðsrættur
265,-
Tveir rættir
375,-
Tríggir rættir
425,-
Børn til og við 12 ár eta fyri hálvan prís.
Hølisleiga kemur afturat. Vinarliga seti tykkum í samband við booking@hafnia.fo, og vit senda tykkum eitt tilboð
Forrættir

Dampaður laksur, kryddurtir og súrrómi 
-
Kremut hummarasúpan  

Høvuðsrættir

Lambskjøt, grønmeti og lambssós 
-
Langtíðarstokt neytasneið, grønmeti og piparsós 
-
Toskur, grillað gularót og fiskasós  

Omaná

Sjokulátakøka og ísur 
-
Crème brûlée og frukt