Jólaborðhald á Hotel Hafnia

JÓLAPAKKI 1 

Vælkomudrykkur
Jóladøgurði á tríggjar rættir
Drykkjuvørur afturvið matinum (vín, øl, cider og sodavatn)

Kaffi/te og eitt glas av konjakk/likøri 


MATSKRÁ 

Skeljadjórasalat
Lambsryggur og dunna við stoktum og brúnkaðum eplum, heimagjørdum reyðkáli, súreplum og ribsgele
Heimagjørt mandlurís við kirsuberjasós og karamellsós 

 

JÓLAPAKKI 2 

(minst 20 fólk) 

Vælkomudrykkur
Jólabuffet
Drykkjuvørur afturvið matinum (vín, øl, cider og sodavatn)
Kaffi/te og eitt glas av konjakk/likøri 


MATSKRÁ

Egg og tvey sløg av sild, royktur laksur við urtakremi, toska­ salat, skeljadjórasalat, rótfruktabland, stokt fiskaflak við remulátu og sitrón, breyð og smør
Lambstjógv og dunna við stoktum og brúnkaðum eplum, heimagjørdum reyðkáli, súreplum og sós afturvið
Heimagjørt mandlurís við kirsuberjasós og karamellsós
Sitrónkøka við ostakremi 

JÓLAPAKKI 1
895,- fyri hvønn
JÓLAPAKKI 2
(minst 20 fólk)
945,- fyri hvønn

GISTING

Einmanskamar

700,- íroknað morgunmat

 

Tveymanskamar 

 900,- íroknað morgunmat 

BÍLEGG JÓLABORÐHALD


Telefon 31 32 33 ella booking@hafnia.fo

Jól Downtown
Jól Downtown 25.nov og 9.des

Jól Downtown er ein ferð gjøgnum býin. Kvøldið kann byrja kl.19.00 við góðum skemti í Sjónleikarhúsinum og enda við eini innbjóðandi jólamatskrá við jólatapas. Ella byrja kvøldið inni á fjálgu matstovuni á Katrinu Christiansen, og síðani ganga ein túr niðan í Sjónleikarhúsið til skemt kl.22.30.

Kostnaður fyri Jól Downtown er 750kr. Tað er fyri jólatapas og skemt.

Í Sjónleikarhúsinum sita tit við rund caféborð, og gløgg kemur á borðið, meðan Jákup Dahl, Ria Tórgarð, Jensina Olsen og Súsanna Tórgarð, skemta á pallinum. Við klaverið situr Jákup Wardum.

Tilsamans eru 4 sýningar:

25.nov kl.19.00 og kl.22.30

9.des kl.19.00 og kl.22.30

Bílegg borð á www.katrina.fo ella www.hafnia.fo

 

Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo

Jólaborðhald út
úr húsinum


(Minst 20 fólk) 

JÓLAPAKKI 1

445,- fyri hvønn
(Drykkivørur eru ikki við í prísinum) 
 

JÓLAPAKKI 2

495,- fyri hvønn
(Drykkivørur eru ikki við í prísinum) 

Útkoyring í Tórshavn
300,-

Mandlugáva verður latin frá Hotel Hafnia, tá tit bíleggja
jólaborðhald í veitsluhølunum á Hafnia ella útvið.

HØLIR

Stovan 16 fólk / Loftið 20 fólk / Parnassið 100 fólk
Panorama 140 fólk / Panorama vestantil 50 fólk / Panorama eystantil 50 fólk 

Hølisleiga kl. 19:00 til 02:00

3.000 kr.–13.000 kr. íroknað borðbúnað og tænarar 

Í MATSTOVUNI, Á 1. HÆDD

495,- fyri hvønn

 

Frá kl. 18:00-21:30 við alskyns jólamati

Ley. 25. nov. / Frí. 1. des. / Ley. 2. des. / Frí. 8. des. / Ley. 9. des. / Ley. 16. des.

 

BÍLEGG BORÐ

Tað góða jólaborðið