Fundir og ráðstevnur

Vit hava fýra hølir í ymiskum støddum, og vit hava allan neyðugan AV- og KT-útbúnað. Vit bjóða tykkum mat og drekka eftir ynski.


Vit bjóða tykkum hølini á Hotel Hafnia, hjá Katrinu Christiansen ella nýggja glæsiliga hølið hjá okkum á ovastu hædd við panoramaútsýni yvir allan høvuðsstaðin. 

Bið um tilboð
Bið um tilboð
Fundarpakkar
Vit hava gjørt pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu.

Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Tað ber sjálvandi væl til at broyta eitthvørt ynski viðvíkjandi mati og drekka, og annars eru vit altíð til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna.
 
Vendið tykkum til booking@hafnia.fo, so geva vit tykkum eitt tilboð. 
Fyrrapart

Kl. 8:00 til 12:00 
 
Vit borðreiða við wienarbreyði, frískum fruktum og dagsins rætti ella døgurðabuffet. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
fyri hvønn
370,-
Seinnapart

Kl. 12:00 til 17:00

 
Vit borðreiða við einum góðum døgurða: Buffet ella dagsins rætti, frískum fruktum, dagsins køku og smoothies. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
fyri hvønn
370,-
Allan dag

Kl. 08:00 til 17:00

Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi og te. 
fyri hvønn
470,-
Kvøld

Kl. 18:00 til 22:00

 
Til nátturða fáa tit frískar fruktir og smyrjibreyð íroknað øl ella sodavatn. Kaffi, te og dagsins køku omaná.  
fyri hvønn
370,-
Dag og nátt

Døgnfundur
 
Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi og te. Á nátturða fáa tit tvær máltíðir ella buffet íroknað vín, øl ella sodavatn. 
fyri hvønn
1.320,-